Tað gjørdist eitt stutt fornoyilsi hja næmingunum á Oure Efterskole.
Síðsta mánadag kundi eftirskúlin, sum er tann størsti í Danmark, bjóða næmingum vælkomnar aftur eftir stongsul, men nú eru teir sendir heimaftur.
Skúlin verður stongdur fyribils, eftir at 19 næmingar eru staðfestir positivir fyri covid-19.
Tað harmar fyristøðukvinnuna, Mette Romer Søborg. Hon skilir tó, at Styrelsen for Patientsikkerhed hevur sagt, at skúlin skal steingja.
– Bretska brigdið smittar ógvuliga illa, og vit halda, at stýrið vísir »rettidig omhu« við at steingja, áðrenn vit standa í eini støðu, har nógv fleiri eru smittað, sigur hon í tíðindaskrivinum.
Við Fyens Stiftstidende sigur hon, at allir næmingarnir vórðu kannaðir í týsdagin, tá teir komu aftur á skúlan, og fríggjadagin.
Týsdagin vóru øll negativ, men fríggjadagin var ein positivur. Fleiri fóru eisini at vísa sjúkueyðkenni. Tí vórðu tey øll send heim.
Síðani eru fleiri av teimum heimsendu næmingunum staðfestir positivir við covid-19, og tá tann fyrra kanningin varð gjørd týsdagin, var aftur ein næmingur smittaður – og so varð skúlin stongdur.
Skúlin hevur fleiri enn 500 næmingar, og er landsins størsti. Roknað verður við at næmingarnir koma aftur í skúla eftir páskir.
Styrelsen for Patientsikkerhed heitir á næmingarnar, familjur hjá starvsfólki verða kannað fyri koronu.
– Vit fylgja støðuni og gera smittusporing í samstarvið við heilsutænastuna hjá kommununi, skrivar stýrið á Twitter.
Oure Efterskole er ein partur av Skolerne i Oure Sport og Perfoming Arts. Teir eru Oure Kostgymnasium og Oure Højskole. Skúlarnir hava til samans fleiri enn 900 næmingar og 200 starvsfólk.
/ritzau/











