Ótu fyri 40.000 krónur frá bóndanum á Sandi

Tað gevur ikki meining tá ið mann stendur við tárum í eygunum, sigur bóndin á Sandi eftir herviligt álop úr luftini í nátt

##med2##

 

Á Sandoynni hevur tað verið ein dýr søga hjá bøndrum í Sandoynni, at grágæs eru lagstar í veltur og rótakál og hava skrætt alt í seg. Aftur í nátt gjørdi grágæs um seg á Sandi og tað gekk hart útyvir rótakálið hjá Ottari Hentxe á Uttastovugarðinum.

 

Hann sigur, at talan er um gæs, sum koma aftur, ár um ár, og tær hava rættiliga spesialiserað seg í at útvega sær føði úr rótákálum og veltum. Hann veit ikki, hvussu gæsnar eru slopnar framat rótakálinum, tí tráður e spentur tvørtur um tað, men kortini hava tær verið í rótakálinum hjá honum í nátt og har hava tær beint fyri rótum fyri einar 30.000 til 40.000 krónur, bara í nátt – og bara frá tí eina bóndanum.

 

##med3##

 

– Tá ið mann er góður við dýr, er tað ringt at skjóta inn í rúgvuna, sigur Ottar Hentze. Men hann sigur, at tað gevur ikki rættiliga meining at halda fram, tá ið mann gongur við tárum í eygunum og einum klumpi í hálsinum

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr hann greiða frá, hvussu støðan var í nátt, men hvussu tey skulu bera seg at, dugir hann ikki ordiliga at siga.