Otto West á odda

Nývalda bygdaráðið í Hvalba hevur havt sín fyrsta fund

Hvalbiar Bygdaráð hevur nú eisini skipað seg eftir kommunuvalið í heyst. Tað hendi í gjárkvøldið og tá varð eisini greitt, at Otto West, sum er borgarstjóri í løtuni, heldur fram í hesum starvi.

Tá ið nývalda bygdaráðið í Hvalba, sum eisini umfatar Sandvík, hevði fund klokkan 22 í gjárkvøldið, var bara eitt uppskot til borgarstjóra. Tað var Otto West og hann varð sostatt valdur uttan atkvøðugreiðslu.

Líka stór var semjan, tá ið varaborgarstjóri skuldi veljast, tí til tað starvið var eisini bara eitt uppskot. Tað var Niels Olaf Eyvindsson, sum er nývaldur bygdaráðslimur og hann varð sostatt valdur til varaborgarstjóra, eisini uttan atkvøðugreiðslu.

Eftir síðsta bygdaráðsval varð Levi Niclasen valdur til borgarstjóra, men hann legði frá sær fyrr í ár og tá varð Otto West valdur til eftirmann hansara og nú fær hann so fýra ár afturat í sessinum.

Á myndini síggja vit nývalda bygdaráðið í Hvalba: Frá vinstru sita Martin í Nesi, Rúni Thomsen, Herdis Jensen, Trygvi Midjord, Otto West, Niels Olaf Eyvindsson og Niels Jacob Thomsen.

Rúni Thomsen og Niels Olaf Eyvindsson eru nývaldir. Herdis Jensen er einasti bygdaráðslimur úr Sandvík og hon er eisini nývald, tó at hon í tvey skifti í hesum valskeiðnum hevur sitið sum varalimur í bygdaráðnum.

Í morgin, leygardagin, verður nýggja kommunuskrivstovan í Hvalba alment tikin í nýtslu og í tí sambandi verður almenn móttøka í húsinum seinnapartin í morgin