Otto Sørensen 85 ár

Ólavssøkuaftan 28. juli fyllir Otto Sørensen í Havn 85 ár.

Otto er porkeningur. Foreldrini vóru Sunneva hjá Lávusi og Petur undir Stígnum. Fimm vóru sysktini, og Otto var í miðuni. Tvey tey elstu sysktini Elsupa Súsanna og Jóhannes eru farin, meðan Otto, Eiler og Evald eru millum okkara enn.

Sum ungur fór Otto til Havnar í 1944 í Skipshandilin, har hann var inntil hann í 1959 fór á skrivstovuna hjá Landsverkfrøðinginum sum bókhaldari. Hetta kom at vera hansara lívsstarv, har hann var væl lýddur av øllum. Hann gavst vegna aldur í 1993. Í fleiri ár hevði Otto eisini bókhald fyri okkurt skip og virki.

Í 1950 giftist Otto við Nelly, sum er úr Nólsoy. Tey settu búgv í Leivsgøtu 13, har tey búgva enn. Tey fingu trý børn: Nils í 1952, Sunnvu í 1956 og Katrin í 1963. Tey eiga seks abba- og ommubørn.

Otto og Nelly hava havt sítt andaliga heim í samkomuni í Ebenezer, har Otto í mong ár hevði um hendi avgreiðsluna av Sunnudagsskúlablaðnum, sum Ebenezer gav út. Otto var ein av teimum, sum rættlas fyrstu føroysku bíbliuna í týðing Victor Danielsens, sum kom út í 1949, og tá ið endurskoðaða útgávan av bíbliuni kom út í 1976, var Otto eisini ein sum rættlas. Hetta er tíðarkrevjandi arbeiði, sum krevur stóra precisión, og har er Otto rætti maðurin.

Tey, ið ynskja at heilsa uppá Otto føðingardagin, eru hjartaliga vælkomin í Tórugøtu 27 (hjá Sunnvu) 28. juli millum kl. 10 og 14.

Góði Otto, hjartaliga tillukku við stóra føðingardegnum og tær og Nelly verða ynskt mong góð ár enn. Má Harrin signa og varðveita tykkum í elliárum tykkara.
-----
J