Otto Reinert 80 ár

Í dag 27. juni verður Otto Reinert í Havn 80 ár. Otto er kendur um alt landið sum ímyndin av Kjøtbúðini og hennara viðskera.

Foreldrini hjá Otto vóru Julia og Jens Reinert. Julia var úr Nólsoy, og Jens var úr Norðradali. Tey, sum lesa Miðvikuna í Sosialinum, hava fingið eina gjølliga kunning um ættina hjá Jens. Hann var nevniliga beiggi Gustav av Sundi, pápa Jakku, sum í Miðvikuni millum annað hevur greitt frá síni ætt í Norðradali, ikki minst um tann sermerkta abban, Andrias. Vit hava prátað við Onnu á Váli, sum er uppvaksin í Norðradali. Hon minnist Otto ofta koma hagar at vitja skyldfólkini, og hon tekur til Otto sum ein dámligan og fróðligan persón, sum hon framvegis metir at standa sær sera nær. Tað man vera í Norðradali, at Otto eisini hevur fingið alsk til náttúrulívið, sum millum annað merkir, at hann hevur havt bát og javnan var á floti. Tað kann eisini verða nevnt, at Otto saman við Steingrími Niclasen í eini 30 ár hevði haruhaga í Norðradali.

Tað var Jens, sum saman við Gustavi, byrjaði Reinerts Káfe í hølunum, har Frelsunarherurin er nú. Hetta hevur verið beint áðrenn 1920. Seinni fór Jens til Canada, men kom heim aftur nøkur ár seinni. Frá hesi tíðini er framvegis eitt minni í ættini. Jens hevði ein svenskan vinmann, sum kallaðist Jessen. Hetta er framvegis millumnavn hjá Andriasi, beiggja Otto, og Oddur, sonur Otto, hevur eisini Jessen sum millumnavn.

Komin heim úr Canada seinast í 30-unum byrjaði Jens sína kendu Kjøtbúð, sum upprunaliga eisini var handil við øllum vanligum vørum. Men fyrst og fremst var hetta Kjøtbúð, hagar bøndur sendu sín seyð. Hon hevur nærum allar dagar verið í kjallaranum á Sjómansheiminum, og tað eru bert fá ár síðan, at hon flutti út í Akranesgøtu.

Kjøtbúðin gjørdist eisini lívsverkið hjá Otto, og tók hann yvir í 1959. Tað er heldur ikki smávegis av virksemi, sum var her um heystarnar, tá skurðurin var fyri. Kjøtbúðin fletti sjálv einar 2500 seyðir árliga, og tað vóru heilar gongur, sum komu millum annað úr Norðradali og av Sundi og Velbastað. Teir høvdu sínar føstu flettingarmenn, og mundu teir vera einir 8-10 í tali. Flett varð í bygninginum, har Kallkyn er nú. Tað vóru líka nógv avroð sum seyðir, so tá hevur ligið væl fyri hjá havnarfólki at fáa døgurðamat. Mjólkaspannurnar vórðu settar oman í Kjøtbúðina at fylla blóð í, og saman við innvøli kundi eitt avroð røkka til nógvar døgurðar.

Umframt hetta keyptu teir 2500 krov, sum bøndurnir flettu sjálvir.

Hetta virksemi er ikki tað sama nú. Í dag er stóra virksemi framleiðslan av viðskera úr kjøti og serstakliga av rullupylsum. Hetta eru rullupylsur, sum øll vilja hava, tí tær smakka framúr væl. Anna greiðir frá, at tá hon skal senda jólapakkar uttanlands, eru tað altíð rullupylsurnar hjá Kjøtbúðini, sum eru ovast í pakkanum.

Framleiðslan er eisini stór, einar 25.000 rullupylsur um árið ella eina hálva rullupylsu fyri hvønn føroying. Í Kjøtbúðini arbeiða í dag sjey fólk, og nú hevur sonurin Oddur tikið við sum triðja ættarlið.

Otto er giftur við Davinu Magnussen, ættað úr Leynum. Pápi hennara David var ein av teimum, sum doyðu við Tór 2, sum var torperaður í 1942 av týskum kavbáti og 18 av 21 monnum fórust. Júst hesa hending hevur Jakku Reinert, systkinabarn Otto, eisini umrøtt í røðini í Miðvikuni. Jakku var nevniliga saman við manningini á Tór 2 í Fletwood, áðrenn teir fóru sín seinasta túr.

Otto og Davina eiga børnini Oddur, Durid og Jens Julian. Synirnir búgva í Havn, og dótturin býr í Danmark. Abbabørnini er seks, og afturat eru komin tvey langabbabørn. Dagurin er longu hildin.

Vit ynskja tillukku við teimum 80 árunum.


ó.