Í 100 dagar drupu hutufólkini í Rwanda 800.000 Tutsi og hóvligar Hutu í fólkamorðinum í Rwanda í 1994. Stutt framman undan høvdu Hutu fólk dripið túsundtals Tutsi í grannalandinum Burundi.
Nú óttast ST enn eitt fólkamorð í Burundi. Nú hevur Afrikanska Samveldið samtykt at senda 5.000 friðarveitandi hermenn inn í landið eftir at ófriðurin er øktur seinastu tíðina. Harðskapurin er vorðin so ógvusligur, at ST mest sum væntar at borgarakríggj fer at bresta á.
Ófriðurin kyknaði, tá forsetin í landinum, Pierre Nkurunziza valdi at stilla upp fyri triðju ferð, hóast stjórnarskipanin sigur, at ein forseti einans kann sita sum forseti í tvey valskeið.
Síðani apríl eru 400 fólk dripin í samanbrestum millum stuðlar og mótstøðufólk hjá herinum. Yvir 220.000 fólk eru rýmd úr Burundi.
Enn er etnisitetur ikki vorðin ein trupulleiki í hesum stríðnum, men tó óttast nógv, at etniska stríðið kann kykna aftur.










