Tað sæst í einari kanning, sum bretskir veður- og jarðfrøðingar hava gjørt, og sum varð handað stjórnini í London nú um dagarnar.
Bretskir fjølmiðlar viðgera nú kanningina, og har kemur fram, at bretar stúra serliga fyri, at eitt eldgos sum tað i Lakagígum í Íslandi í 1783 skal endurtaka seg. Tað gosið sendi øsku og eitrandi luft um tað mesta av Evropa, og í Bretlandi verður hildið, at gosið kravdi 23.000 mannalív har.
Bretsku serfrøðingarnir siga, at í Íslandi eru 30 virkin gosfjøll, sum kunnu goysa líka ógvusliga sum Lakagígar á sinni.
Í sambandi við frágreiðingina fær bretska stjórnin eitt tilmæli um at skipa fyri einari gostilbúgving á sama stigi sum í sambandi við yvirgang.










