Óttast Messi tekur ein landsliðssteðg

Aftaná tvær taptar finalur við Argentina óttast argentinskir miðlar, at Messi tekur ein steðg

Í felagsfótbólti hevur Lionel Messi vunnið nógv meir enn legendariski landsmaðurin, Diego Maradona. Men Diego Maradona eigur ein sigur, sum Lionel Messi hevur til góðar á argentinska landsliðnum, nevnliga at vinna eina kapping fyri Argentina. So leingi Messi ikki vinnur nakað heiti við argentinska landsliðnum, so fer Diego Maradona at verða størri og betri í hugaheiminum hjá tí fótbóltsøra argentinska fólkinum.

 

Lionel Messi hevur nú upplivað at tapa HM-finaluna, aftaná longda leiktið 0-1 ímóti Týsklandi, og Copa America finaluna ímóti Kili, aftaná brotssparkskapping, ár um ár. Lionel Messi var eisini við til at tapa Copa America finaluna í 2007 ímóti Brasil, tá vann Brasil 3-0 í finaluni.

 

Argentina hevur nú ikki vunnið nakað heiti í 22 ár, og tann sum fær størstu ábreiðslurnar í argentinskum miðlum, og millum argentinska fólkið er Lionel Messi. 

 

Aftaná taptu Copa America finaluna fyri stuttum upplivdu familjan og næstringarnar hjá Lionel Messi heima í Argentina nógvan ágang frá vónbrotnum, argentinskum fótbóltsfjepparum. 

 

Argentinska fótbóltsblaðið "Ole" skrivar, at tað er væntandi, at Lionel Messi fer at taka ein landsliðssteðg. "Ole" metir, at Lionel Messi kennir seg tóman, aftaná enn eina tapta finalu við argentinska landsliðnum.