Óttast fyri trygdini í undirsjóvartunlunum

Reimund Langgaard óttast, at viðlíkahaldið og trygdin í undirsjóvartunlunum fer at versna, um Landsverk skal hava ábyrgdina av tí.

Reimund Langgaard óttast, at viðlíkahaldið og trygdin í undirsjóvartunlunum fer at versna, um Landsverk skal hava ábyrgdina av tí. Hetta sigur hann í samrøðu við Norðlýsið.

Norðlýsið hevur seinastu dagarnar varpað ljós á, hvat skal henda við undirsjóvartunlunum, tá teir eru niðurgoldnir.

Í svari sínum sigur Reimund Langgaard, at hann heldur at kostnaðurin fyri viðlíkahald skal fíggjast við brúkaragjøldum.

- Eri eisini eitt sindur stúrin fyri um viðlíkahaldið og trygdin verður á einum nøktandi støði, um tunnlarnir verða lagdir undir landsverk, sigur løgtingslimurin við Norðlýsið.