Óttast fleiri yvirgangsálop í Evropa

Vandin fyri yvirgangi hevur ikki verið hægri seinastu 10 árini, metir Europol.

Ongantíð seinastu 10 árini hevur vandin fyri yvirgangi verið hægri enn í løtuni, meta Europol og European Counter Terrorism Center (ECTC).

 

Tað eru álopini í París í novembur, sum kravdu 130 mannalív, sum ECTC og Europol meta vísa, at IS hevur broytt síni mál og fer at leggja seg eftir at raka fleiri altjóða mál. Álopið í París var tað deyðiligasta síðani álopið á Madrid í 2004.

 

- IS fyrireikar fleiri yvirgangsálop, millum annað líknandi teimum í Mumbai, móti ES-limalondum, serliga móti Fraklandi, sigur stjórin í Europol, Robin Wainwright við tíðindastovuna AFP.

 

- Tað er sannlíkt, at fleiri álop móti ES koma í framtíðini. Tí er ein stórur tørvur í ES fyri at styrkja okkara svar mótvegis yvirgangi, yvirgangsnetverkum undir illgruna og fremmandastríðsmonnum, og at veita okkum eina betri strategiska fatan av hóttanunum, er niðurstøðan í eini nýggjari kanning frá Europol og ECTC.