”Messa fyri einum filmi” er heitið á savninum, sum í ávísan mun líkist fyrra útgávuni hjá Katrini ”Eru koparrør í himmiríki”.
- Ein negativur máttur er frammarlaga í teimum alraflestu yrkingum, og tað verður róð fram undir, at friður fæst ikki, fyrr enn tú liggur í kistuni. Miðskeiðis í savninum stendur tann drúgva yrkingin "Jesu Kristi kross amen", sum er sædd úr sjónarhorninum á mammuni, og tað er ikki lystiligt. Einastaðni í yrkingini er niðurstøðan "guð náði tey øll", og tað verður ikki sagt í góðari merking, skriva útgevararnir millum annað í formælinum til savnið.
Tað er Mentunargrunnur Studentafelagsins, sum stendur fyri útgávuni.










