Ótrúligur dramatikkur: Real Madrid er í finaluni

Champions League: Manchester City hevði um báðar endar, men misti í yvirtíðini

Real Madrid hevur í kvøld vunnið seg í Champions League finaluna, eftir ótrúligan dramatikk. Manchester City var á odda við tveimum samanlagt, tá 89 minuttir vóru spældir, men endaðu við at tapa í longdari leiktíð.

 

Real Madrid (3)-(4) Manchester City 3-1 (Real Madrid vinnur 6-5 samanlagt)

 

Tað var enn eina ferð dramatikkur fyri allar pengarnar, tá Real Madrid og Manchester City møttust í kvøld. Í fyrru hálvfinaluni vann Manchester City 4-3. Í kvøld komu málini ikki fyrr enn seint í dystinum.

 

Manchester City tóktist avgera uppgerðina, tá Riyad Mahrez langaði bóltin í málið hjá Real Madrid eftir 73 minuttir. Nú skuldi Real Madrid skora tvær ferðir, men fleiri av lyklaspælarunum vóru farnir út.

 

Tað tóktist tí eisini for seint at svara aftur, tá innskifti Rodrygo minkaði um samlaðu støðuna við máli í seinasta minuttinum av vanligri leiktíð. Men eins og móti PSG og Chelsea, so vendi Real Madrid øllum. Minuttin seinni stútaði Rodrygo bóltin málið eftir gott innlegg, og so var longd leikítð.

 

Longda leiktíðin var bara fáar minuttir gomlu, tá Ruben Dias feldi Karim Benzema. Franski áleyparin tók sakina í egnar hendur og skoraði. Eftir hetta fór Real Madrid at drála og tað riggaði væl, meðan Manchester City misti stevið.

 

Sostatt verður finalan ein endurtøka av finalunum frá 1981 og 2018. Í 1981 vann Liverpool 1-0 í París, har finalan verður aftur hesaferð, meðan Real Madrid vann 3-1 í 2018.