Ótangar á bjarnaveiðu

Heldur ikki stuttligu valplakatirnar, um ein kann kalla tað tað, fáa frið at standa.

Valplakatir prýða stóran part av landinum í hesum døgum. Ein av stuttligari plakatunum, um tær kunnu nevnast tað, eru ísbjarnirnar, sum Bjørn Kalsø nýtir í sínum valstríði. 

Í gjárkvøldið setti Bjørn Kalsø ísbjarnirnar upp, men longu í nátt hava ótangar verið upp á spæl.

- Onkur hevur verið á bjarnaveiðu í nátt. vit settu nakrar bjarnir upp í gjár, men tíverri fingu allar ikki frið, skrivar landsstýrismaðurin á facebookvanga sínum.

 

Sum vera man er tílíkt eitt gott høvi hjá fólki at koma við stuttligum viðmerkingum. Onkur sigur, at einki løgið er í hasum, tí føroyingar eru jú veiðifólk, meðan ein annar skrivar, at man jú ikki skal selja skinnið, áðrenn bjørnin er skotin.

 

Ísbjarnirnar eru sniðgivnar og framleiddar á Looknorth í Klaksvík, í samstarvi millum Bjørn Kalsø og Árna Skaale.