Osvald Hansen farin foldum frá

Tað kom mær dátt við at hoyra sagt. Osvald Hansen, meistari á SEV-verkinum ikki var millum okkum meira.

Vit komu at kennast á smiðjuni MEKA í Fuglafirði, maskinskúlanum í Tórshavn, og A. P. Møller »Rosa Mærsk«. útisiglan.

Osvald var maðurin sum var góður at spyrja til ráðs, svaraði spurningum skilliga, eg sigi fyri mín part skyld, Osvaldi fór eingin feil av í arbeiði.

Tað er eingin ivi um, at Osvald hevði gjørt sína skyldu her á fold á ein og annan hátt.
Vísti síni kynstir og dirvi í allar mátar.

Eru dagarnir taldir - hvat so?

Vónin er eftir, mótvind fær tú neyvan yvir lívsins hav.
 
Góða heimreisu.
 
Albert
 
Albert