Veðrið næstu dagarnar verður heldur óstøðugt.
Í morgin verður nakað av vindi og okkurt æli, men sólin fer eisini at kaga fram.
Fyrraparturin sunnudagin verður heilt hampiligur, tí tað verður turt og sólglottar. Seinnapartin kunnu vit vænta regn.
Hóast hetta verður eitt vikuskifti við vindi og ælingi í støðum, verður ikki kalt, tí hitin fer at liggja millum 13 og 16 stig.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr veðurfrøðingin í Miðlahúsinum, Petur Skeel Jacobsen, greiða frá veðurvánunum næstu dagarnar.