Fríggjakvøldið 23. februar fer Klaksvíkar klubbi at hava stórt ostaborðhald.
Umframt stórt úrval av ostum verður ymiskt tilhoyr og nógvir leskidrykkir at fáa afturvið. Jákup Ziskason skal standa fyri matinum.
Eftir borðhaldið verður harmonikkudansur við Eiler, Erland og Hera.
Borðhaldið er serliga ætlað tilkomnum, og tilmeldingarlisti liggur frammi í klubbanum.