Ossi fyllir 60

Í gjár fylti leirvíkingurin í Havn, vinnulívsmaðurin, savnarin og hvat hann nú fæst við, Osmundur Justinussen, 60 ár

 

Ossi, sum hann dagliga verður nevndur, varð føddur í Leirvík sætta september 1941. Yngstur av tíggju børnum teirra Tummasar og Elsbeths Justinussen. Tummar var ættaður úr Leirvík, meðan Elsebeth var úr Lamba.

Og gongdin fyrstu árini var sum hjá so nógvum. At sleppa sær til sjós, so skjótt hann var so frægur.

Osmundur fór fyrsta túrin við leirvíkssluppini Sæborg. Og við Sæborg er hann soleiðis meira ella minni enn. Tó nú er tað onnur Sæborg, sum er í reiðarínum.

Men ikki hevur hann gloymt skúlaskipið kortini, tí á bátasavninum, hann lat upp í gamla Turkihúsinum í summar, stendur partur av pálstúttuni úr gomlu snekkjuni.

Hann var so sjómaður eina tíð, og tók skiparaprógv. Var síðan á Fiskirannsóknarstovuni eina tíð, men skifti so fyrst í sjeytiárunum til tað, hann í dag er kendur fyri. Reiðaravirksemið.

Byrjanin til hetta virksemið vóru ídnaðarbátarnir, hann hevði saman við rituvíkingum. Tann fyrsti var Magnus í Rituvík.

Tann veiðan hevði eisini sína tíð, sum alt annað, eftir sum sagt verður í Gamla Testamenti. So tá tað ikki bar til meira, varð farið undir ísfiskaveiðuna undir Føroyum, sum í dag er berandi virksemið í tí partinum av virksemi Ossa, sum fevnir um skipini.

Tí annað enn skip fæst hann við, vita tey, sum kenna mannin. Hann eigur í fiskavirkinum Tavuni í Leirvík, eigur bygningar, sum leigaðir verða út í Havn, og er so sanniliga eisini farin upp í bilasølu.

Reiðaríið Sjóborg, sum heldur til í Turkihúsinum í Leirvík, hevur í dag seks skip á listanum. Tey eru partrolararnir Stjørnan og Polarhav og Sæborg og Sjóborg. Havborg trolar á landleiðini, meðan Brillant eisini er í flotanum, men ikki so nógv í rakstri í løtuni kortini.

Eisini er Ossi farin í oljuvinnuna. Hevur felag saman við felagnum Havila, sum millum annað hevur veitingarskip í oljuvinnuni. Felagið í Leirvík hevur leigað grønu veitingarskipini, sum plaga at vera at síggja á Runavík.

Áhugaður í søgu og list er hann eisini. Tað prógva glæsiligu søvnini í Turkihúsinum, sum bæði umfata málningar og aðrar myndir, eins og prýðiliga bátasavnið við smáum útróðrarbátum, sum hava við Leirvík at gera.