Ossetar flýggja undan bardøgunum

Bardagarnir í Georgia halda fram, og higartil eru minst 30.000 fólk flýdd úr Suðurossetia til Ruslands -Teir seinastu 36 tímarnar eru meiri enn 30.000 fólk komin in um markið, og hetta kann enda við einari vanlukku, sigur russiski varaforsætisráðharrin, Sergej Sobjanin, við Russia Today.

Vladimir Putin, forsætisráðharri, sum hevur verið til ta olympisku setanina í Beijing, kom í dag til norðurossetiska høvuðsstaðin Vladikavkaz. Sambært Russia Today hevur hann sett sær fyri at hjálpa teimum, sum eru flýdd undan bardøgunum.

Ein sendinevnd við umboðum fyri ES og USA er farin til Georgia at royna at fáa teir stríðandi partarnar at binda frið.

Georgia kunngjørdi seinnapartin, at landið hevur gjørt av at taka síni olympisku ítróttarfólk heim úr Beijing orsakað av støðuni.