Oslo verður innflytarabýur

Framrokningar hjá norsku hagstovuni vísa, at í 2040 verður næstan helmingurin av fólkinum í Oslo innflytarar og børn hjá innflytarum. Tað skrivar Dagbladet, sum veit at siga, at hagstovan hevur brúkt tøl frá 2011 til sínar framrokningar.

Norska hagstovan hevur brúkt tríggjar ymsar roknihættir. Sagt verður, at eftir tí mest sannlíka rokniháttinum verða 47 prosent av fólkinum í Noregi innflytarar ella børn hjá innflytarum um 30 ár. Í dag er parturin 28 prosent.

Í dag búgva 170.000 innflytarar í Oslo, men tað talið verður eftir framrokningunum 380.000 í 2040. Hagstovan ásannar, at ein ávís óvissa er knýtt at framrokningunum, og at hon er millum annað treytað av, at talið á innflytarum í komandi árum verður á leið tað sama sum í árunum frá 2006 til 2010.