Sambært norskum og polskum miðlum er enn ein maður handtikin. Hann varð handtikin av pólsku trygdarløgregluni og ákærdur í samband við terror álopið í Oslo.
Norska Dagblaðið skrivar, at maðurin varð handtikin í samband við razzia í pólska býnum Wroclaw sunnudagin. Maðurin sigst eiga internethandil í Wroclaw, sum veitur kemiskar vørur yvir internetið.
Sambært Dagblaðnum er illgrunin til mannin sprottin úr 1500 síðu langa manifestinum hjá Anders Behring Breivik.
Norska løgreglan vil ikki avvísa ella vátta søguna.
- Eg havi onga viðmerking til málið, sigur sakførarin hjá løgregluni Carol Sandbye við Dagbladet.no.
Sambært internetsíðuni onet.pl fingið pólsku myndugleikarnir longu eina áheitan frá norsku løgregluni fríggjadagin, har heitt var á pólsku myndugleikarnir um at kanna mannin, og tað virksemi, sum hann hevur. Tað hevur eftir øllum at døma ført til handtøku, og nú er maðurin ákærdur fyri at vera samsekur í drápinum av fleiri fólkum í Oslo.
Kelda: eb.dk