Oslo: Studentur fekk 9.000 krónur í koronu-bót

Hóast ymiskar reglur vóru galdandi í Noregi, tá hendingin fór fram, slapp ungi maðurin ikki undan at gjalda.

Ein 20 ára gamal studentur er í Tingrættinum í Oslo dømdur at gjalda 12.000 norskar krónur í koronu-bót. Orsøkin til dómin er, at ungi maðurin í apríl mánaði í fjør var og vitjaði í einari íbúð í Oslo saman við trimum øðrum. 

 

Um hetta mundið var ikki loyvt meira enn tveimum fólkum - aftrat teimum búgvandi - at vera saman í privatum heimum. Nú studenturin og tríggir aðrir vóru komnir á vitjan hjá einum vinmanni, vóru teir fimm í tali í íbúðini. 

 

Í rættinum greiddi ungi maðurin frá, at hann helt tað vera loyvt fimm fólkum at savnast, eins og reglurnar í landinum annars vóru um hetta mundið.

 

Rætturin segði seg skilja, at ungi maðurin var í villareiði, tí ymiskar reglur vóru galdandi í Noregi, tá hendingin fór fram. Kortini helt rætturin ikki, at maðurin átti at sleppa undan dómi.

 

Hin 20 ára gamlli studenturin varð tískil í Tingrættinum í Oslo dømdur at rinda 12.000 norskar krónur í bót, sum svarar til slakar 9.000 krónur í okkara peningi, umframt sakarmálskostnaðin á 1.000 krónur.

 

Tað skrivar tíðindastovan NTB í dag.