Tað er ikki bara í Havn, at menn hava ætlanir um at byggja flótandi hús í. Í Oslo hevur ein arkitektur fingið sama hugskot Før Finn Sandmæl, arkitektur, sín vilja, fær Oslo ein 300 metrar høgan flótandi glasbygning við havnarlagið. Ferðslan til og frá húsinum skal ganga ígjøgnum ein tunnil, sum eisini skal hýsa busssambandi, tí ætlanin hjá arkitektinum er, at alt fólkið skal hava atgongd til glashúsið.
Húsið skal millum annað hýsa einari komu- og fráfaringarstøð til ferðamannaskip. Har verða eisini spælistøð umframt ein havn til stuttleikabátar, ein stórur ítróttarvøllur og eitt stórt sjósavn.
Finn Sandmæl sigur við norskar fjølmiðlar, at verkætlanin fer at kosta einar 12 milliardir norskar krónur. Fíggingin er klár, og verkætlanin fer ikki at kosta tí almenna eina einastu krónu, sigur arkitekturin.
Sum arkitektur hjá millum annað Kjell Inge Røkke er hann vanur við stórar ætlanir.