Mánakvøldið varð kendi norski advokaturin, 70 ára gamli, Tor Kjærvik, skotin og dripin í heimi sínum í Oslo. Tað var sonurin, sum skeyt pápan. Sambúgvi pápans var eisini í heiminum, tá syrgiliga hendingin fór fram, og sagt verður úr Noregi, at kvinnan er í sjokki.
Sjálv var sambúgvin eisini fyri einari drápsroynd, men slapp uttan likamligt mein. Stuðulsadvokatur hennara, Ellen Holager Andenæs, sigur við VG, at kvinnan, sum hevur livað saman við Tor Kjærviker fleiri ár, er í sjokki.
- Hon hevur greitt frá hendingini eftir førimuni, men hon er ógvuliga, ógvuliga nógv merkt av tí, sum er hent, sigur stuðulsadvokatur hennara, sum kortini ikki vil siga nakað um, hvat kvinnan hevur sagt um tilburðin.
Stuðulsadvokaturin, Ellen Holager Andenæs, sigur tó so mikið við VG, at frágreiðingin hjá sambúgvanum er grundarlagið undir víðkaðu skuldsetingini móti soni Tor Kjærviks, sum nú bæði er skuldsettur fyri dráp og drápsroynd.
Verjin hjá soninum, sum nú er skuldsettur, John Christian Elden, segði fyrr í dag, at talan er um familjuklandur, sum liggur aftan fyri tað, sum hendi í gjárkvøldið. Men, verjin hjá sambúgvanum vil ikki siga nakað um, hvat lá aftan fyri hendingina.
- Tað, sum eg kann siga, er, at hetta kom púrasta óvæntað - ja, sum snarljós av klárum himli. Eingin hevði væntað, at nakað slíkt skuldi henda, sigur Ellen Holager Andenæs við VG.