Oslo: Maður leyp á við masjetu

Ein maður í 20’unum leyp á starvfólki í einum matvøruhandli í Oslo við eini masjetu í dag, boðar løgreglan í Oslo frá.

 

Starvsfólkini megnaðu at taka vápnið frá manninum, men hann helt á við sínum hóttandi atburði.

 

Løgreglan kom á staðið og handtók mannin, sum síðani varð koyrdur á skaðastovuna. Hann hevði skorið seg í fingurin undir álopinum. Eingin annar bleiv skaddur í álopinum, skrivar VG í dag.

 

Hetta álopið hendi stutt eftir, at tíðindini bórust, um at ein maður í París hevði lopið á ein hermann. Eisini hann var vápnaður við masjetum. Maðurin í París varð skotin og illa særdur.