OSLO: Føroysk gudstænasta í enskari kirkju

Sunnudagin komandi, sum er 3. Sunnudagur í advent, verður føroysk jólagudstænasta í norska høvuðsstaðnum.

- Vit vilja bjóða øllum áhugaðum til hesa gudstænastuna, verður sagt úr Norsk-Færøysk Lag.

Hon verður hildin í St. Edmund's Church, ið er tann enska kirkjan, sum fyri tey staðkendu liggur í Møllergata 30, aftanfyri Jongstorgið.

Í ár fer skálvíkingurin, Fríðleif Lydersen, sum starvast sum prestur í norsku kirkjuni, at prædika.

Gudstænastan verður sum nevnt sunnudagin og byrjar alt tiltakið klokkan 14 og varir til klokkan 17. Aftaná gudstænastuna verður hugni í kirkjukjallaranum.