Bumban, sum Anders Behring Breivik sprongdi uttan fyri stjórnarskrivstovurnar í Oslo tann 22. juli, vigaði 950 kilo. Tað hava kanningar hjá løgregluni staðfest, og í dag sprongdi løgreglan eina líka sterka bumbu í einum venjingarøki, sum norski herurin hevur í Gråfjellet.
Royndarbumbuna hevði løgreglan gjørt í samstarvi við norska herin, Europol og norsku trygdartænastuna, sigur Christian Hatlo, sum er talsmaður hjá løgregluni, við blaðið Aftenposten.
Bumban, sum bleiv sprongd í dag, lá í einum bili, og bilurin var av sama slagi sum tann, ið Anders Behring Breivik brúkti til sína bilbumbu í Oslo. Sambært Christian Hatlo eydnaðist bumburoyndin væl.