Osla skal leiða barnagarðin á Mýrunum

Runavíkar býráð hevur á býráðsfundi 30.11.2017 tikið avgerð um, at seta Oslu Fríðu Olsen sum leiðara á Barnagarðinum á Mýrunum í Runavík.

 

Osla Fríða Olsen er útbúgvin bachelor í námsfrøði og hevur tikið kandidatgrad í pedagogiskari sosiologi. Frá 2004 fram til í dag hevur hon starvast sum námsfrøðingur á dagstovnaøkinum og seinasta árið sum varaleiðari á Barnagarðinum á Mýrunum.

 

Osla byrjar í starvinum 1. januar 2018.