Osla er næstyngsta dóttir hjá Hildu (ættað úr Glasstovuni í Árnafirðið) og
Karl á Høvdanum (ættaður av Strondum), og búðu tey á Vágsheygnum í Klaksvík.
Hilda og Karl áttu 11 børn, 6 dreingir og 5 gentur.
Osla giftust við Simon Joensen (síðani 1962 Heimustovu) sonur til Onnu og
Jóannes bónda úr Svínoy, og búðsettust tey í Garðinum í Klaksvík. Tey fingu trý
børn, sum øll búgva í Klaksvík. Elstur er Jóannes (f. 1958) giftur við Juliannu úr Sandavági, og eiga tey trý børn, Símun, Martin og Vár, síðani Karl Sofus (f. 1962) giftur vid Sigrun úr Klaksvík, og átti hon tvey børn, Rosu og John Sigurd. Karl Sofus og Sigrun eiga tvær gentur, Ásla og Marið, yngst er Anna Svanhilda (f.1966) gift við Esmar úr Klaksvík, og eiga tey tríggjar dreingir, Jóhan, Leif og Robert.
Osla var heimagangandi, meðan børnini vóru smá. Hon fór at vaska í
Òsaskúlanum, tá yngsta barnið fór í skúla 1973. Hetta arbeiði røkti hon til fyrst í 90-inum, tá maðurin, sum hevði verið sjómaður og síðani 1978 fór á Kósavirkið at arbeiða, gjørdist sjúkur, og passaði hon hann, til hann doyði 20. oktober 1996.
Osla er sera arbeiðssom og ófør til at gera mat, og dámar henni sera væl at baka.
Hon bakar breyð, bollar, køkur, smákøkur og eru tað fá sum kunnu gera
henni rullukøkurnar eftir.
Vit vilja ynskja Oslu hjartaliga tillukku við degnum og takka fyri alt gott.
Føðingardagurin verður hildin í Skálanum frá kl 18, og eru øll
hjartaliga vælkomin.