Oskar Jensen deyður, 102 ára gamal

Í síðstu viku andaðist Oskar Jensen í Reykjavík 102 ára gamal. Hann var ein av elstu føroyingum, so sigast kann, at hann var mettur av døgum.

Tað kann vera so tilvildarligt, hvussu ein kemur at kenna fólk. Tað var Tordur Niclasen av Eiði, sum gjørdi vart við hendan gamla hálva skopuningin, sum hann plagdi at vitja, tá ið hann var í Reykjavík.

Hetta gav hug til at fara at vitja hann á ellisheiminum, hann tá var á. Hann var tá 99 ára gamal, og hóast hann stórt sæð ikki hevði verið í Føroyum í 80 ár, tosaði hann føroyskt sum ein føroyingur. Hann var eisini púra klárur og tosaði um fiskastovnar sum ein annar skilamaður á sjónum. Eisini funnu vit útav, at vit vóru í ætt. Hann var fermenningur mammu mína. Okkara felags ætt kom av Vattóli í Skúvoy.

Hetta gav hug til at kanna hansara lívssøgu, og hon var bæði áhugaverd og spennandi. Hon stóð í FF-blaðnum 15. juni 2006.

Men fyrst og fremst var søgan um Oskar ein góð lýsing av sambandinum millum Føroyar og Ísland og um tað umsorgan, sum føroyingar hava havt fyri hvørjum øðrum.

Pápin var Jens Frederik Jensen úr Skopun, sum var abbasonur Elsu og Dímunar Jóannes, hvørs ætt hevur verið nógv umrødd í Sosialinum. Jens Frederik fór ungur til Íslands seinast í 19. øld. Í Íslandi varð hann kendur sum Jens Færingur. Hann giftist við íslendsku Malfryd, og tey fingu 9 børn á lívi. So doyr konan, og hvat er so at gera hjá einsamøllum manni við so nógvum børnum? Hann fer til Føroyar við nøkrum teirra. Fýra av børnunum verða verandi í Føroyum í fyrsta umfari, og Oskar er eitt teimum. Hann kemur at vera sum barn í húsinum hjá Tummas og Julionnu Askham. Tískil verður hann framvegis av Askhamættini roknaður sum ein av teirra. Oskar hevur eisini kallað eina dóttir upp eftir Juliannu. Hetta er eitt gott dømi um trúfesti. Tey hjá Askham høvdu eisini tikið eitt annað barn til sín, so har var hjartarúm.

Oskar fer í prentaralæru á Dimmalætting, men tá ið hann er liðugur fer hann aftur til Íslands.

Í 1930 giftist Oskar við Hansinu. Oskar fekst við ymiskt arbeiði. Hann var eisini til skips, til hann bygdi hús á Ísafirði, og arbeiddi har sum prentari. Tey fingu fimm børn.

Oskar var eitt sindur av einum “biksara.” Eina ferð tók hann eitt brævskeið í framleiðslu av tí tá sera ókenda evninum plastikk. Hann gjørdi royndir við hønum at fáa tær til at verpa egg við tveimum reyðum. Hann tók einaferð patent uppá eitt “ævigt gonguverk”. Hann tosaði eisni nógv um vindorku, áðrenn hetta gjørdist vanligt. Hann hevur verið frammanfyri sína tíð á fleiri økjum.

Hann sang í kóri og keypti eisini ljóðføri til børnini. Í Føroyum var hann eisini við í hornorkestrinum Olivant. Oskar málaði eisini frálíkar myndir.

Hjúnini fóru til Danmarkar fyrst í 50-unum, og arbeiddi Oskar har sum prentari. Tey komu aftur til Íslands nøkur ár seinni.

Átrúnaðarliga gjørdist Oskar eisini nakað fyri seg. Hann var ein søkjandi sál, men ikki fyrr enn hann kom í samband við tann danska Martinus fann hann tað, sum hann leitaði eftir. Hetta er ein trúarlæra, har endurføðing merkir nógv. Eisini gongur rørslan inn fyri einum felagsmáli fyri øll. Hetta er esperanto, og hetta dugdi Oskar eisini.

Hinir tríggir beiggjarnar, sum komu til Føroya saman við pápanum, blivu verandi í Føroyum og fingu familju her. Teir vóru Poli í Vági, Salli í Lorvík og Vigant í Klaksvík.

Oskar fer til gravar fríggjadagin kl. 13 úr Bústaðakirkjuni í Reykjavík.

Oskar gjørdist ein av teimum elstu føroyingunum, og hann er ein av teimum sum grund er til at minnast við virðing.


ó.