Oskar gróv fyrst

Lítli Oskar slapp at grava fyrsta flagið oman av fyri nýggja dagstovninum í Sørvági

Byrjað varð at grava út fyri nýggja dagstovninum i Sørvági mánamorgunin. Tað var Oskar, ið gongur í barangarðinum Sýsluni, sum slapp at grava fyrsta flagið omanav, og Borgarhjørt, sum er leiðari í Sýsluni, slapp at hjálpa til.
Tað var hátíðarløta hjá børnunum í dagstovninum í Sørvági, tá tey mánamorgunin øll komu niðan á Mýrar at vera hjástødd, tá arbeiðið upp á nýggja dagstovnin varð sett í gond.
Fyrst gróvu Oskar og Borgarhjørt fyrsta flagið omanav, og síðan kom Kristian við stóru gravimaskinuni og gjørdi eitt rættiliga stórt hol í vøllin.
Eivin Jacobsen, borgarstjóri í Sørvági, sigur, at nú verður jørðarbeiðið gjørt. Tað er Kristian Olsen í Sørvági, sum ger tað. Restin verður boðið út. Helt í hesi vikuni, heldur hann, og einaferð næsta heyst vænta tey, at klárt verður at flyta inn.
Tað fara umleið 100 børn at ganga í nýggja dagstovinum, sum væntandi fer at kosta út móti 10 milliónum.