Óseriøst og láturligt skriv frá Heðin

Jákup Dam er ónøgdur við viðgerðina, sum uppskoti hjá minnilutanum í býráðnum fekk frá borgarstjóranum.

- Havnarútbyggingin fekk eina óseriøsa viðgerð í býráðnum.

 

Tað sigur býráðslimurin fyri Tjóðveldi, Jákup Dam, eftir at býráðið hóskvøldið samtykti at játta seks milliónir krónur til projekteringina av nógvumrøddu góðshavnini.

 

Les eisini: Havnarútbyggingin fekk eina óseriøsa viðgerð í býráðnum

 

Býráðslimurin ásannar, at tørvur er á at útbyggja góðshavnina, men hann eftirlýsir at øðrvísi uppskot vera betri móttikin í býráðnum.

 

- Á býráðsfundinum høvdu vit sjálvandi væntað at fingið eitt gott og gevnandi kjak um bæði uppskotini at útbyggja havnarviðurskiftini í Tórshavnar kommunu. Men her vísti tað seg skjótt, at einastu umboð hjá merilutanum í býráðnum, sum tóku orðið í hesi viðgerð, vóru borgarstjórin og formaðurin í vinnunevndini, sigur hann.

 

Minnilutin í Tórshavnar Býráð høvdu boðað frá einum øðrvísi uppskoti, men tað fekk onga undirtøku millum samgongulimirnar. Jákup Dam heldur enntá, at býráðslimirnir speiriku teirra uppskot.

 

- Einasta aftursvarið, ið vit hava fingið, er eitt botn óseriøst og láturligt skriv frá borgarstjóranum( Tjóðveldi vil byggja fantasihavn úr skervi og dusti), sum sigur meiri um hann enn nakað annað, skrivar Jákup í lesarabrævi.