Ósemjan loysast í sátt og semju

- Tað er sjálvandi ikki fyrsta loysnin at fara í rættin við Knassum, vit vilja heldur loysa málið í sátt og semju.

- Tað er sjálvandi ikki fyrsta loysnin at fara í rættin við Knassum, vit vilja heldur loysa málið í sátt og semju.

 

Tað sigur Gunnar Skúvadal, stjóri á Vágaportalinum.

 

Ósemjan snýr seg í stuttum um, at Gunnar Skúvadal ikki heldur, at Knassar hava goldið nóg nógv til Vágaportalin sambært sáttmálanum teirra millum um vevlýsingar.

 

- Talan er jú um pengar, og tað er júst hetta, vit liva av. Tí er tað so týdningarmikið, at avtalur, sum eru gjørdar, eisini verða hildnar, sigur Gunnar Skúvadal.

 

Hann heldur ikki, at avtalan skal vera meira almenn enn neyðugt.

 

- Men inntøkurnar eru týdningarmiklar, og hetta er ikki nakað, sum er komið knappliga á. Og hetta er heldur ikki fyrsta freistin, ið er farin, sigur Gunnar Skúvadal.

 

Hesar vevlýsingarnar hava verið á Vágaportalinum í fleiri ár, men ósemjan hevur nú ført til, at tær eru tiknar av Vágaportalinum.

 

- Tað er neyðugt, at slíkar avtalur skulu haldast, og tað meta vit ikki er gjørt í hesum førinum, sigur Gunnar Skúvadal.