Ósemjan endaliga avgreidd

- Yvirlandbúnaðarstevnan er hægsti myndugleiki, og avgerðin hjá henni er endalig. Tá gerst ikki meira, sigur Bjørn á Heygum, advokatur

- Yvirlandbúnaðarstevnan er hægsti myndugleiki, og avgerðin hjá henni er endalig. Tá gerst ikki meira, sigur Bjørn á Heygum, advokatur.

 

Málið um nýtslurættin á traðunum endaði fyrst í Landbúnaðarnevndini og síðani í Yvirlandbúnaðarnevndini.

 

Og alt stavar frá eini fundarfrásøgn, sum sigur, at Jarðarráðið ætlar at senda tveimum festarum fundarboð, og á tí fundinum leggja fram nøkur krøv um avmarkaða nýtslu av trøðini.

 

Á Landbúðaðarstevnuni fall avgerðin soleiðis:

»Vetrarbitsrætturin hjá Neshaga Norðrara Parti á bønum undir hagapartinum Neshagi Unnnari Partur er lógligur.

 

Sum eigari/festari av bønum á Morskranesi hevur Jaspur Anthoniussen, í tíðini 14. mai til 25. oktober, óavmarkaðan rætt at brúka bøin soleiðis, sum hann metir best sjálur. Sum rættindahavari av sama bøi til vetrarbit, hevur kærarin ikki nøkur rættindi á økinum í tíðini 14. mai til 25. oktober, og hevur tí ongan rætt til at krevja nakra ávísa nøgd av gresi at standa til seyðin av bíti í vetrarbitstíðini - 25. oktober til 14. mai.

 

Tær útreiðslur, sum staðist hava av hesum máli, skal stevnandi kærarin gjalda«.

 

Hendan avgerð varð nakað broytt í niðurstøðuni hjá Yvirlandbúnaðarstevnuni. Har stendur i teirra niðurstøðu:

 

»Avgerðin hjá Landbúnaðarstevnuni fyri Eysturoyar sýslu frá 21. apríl 2013 verður staðfest við tí broyting, at kærarin skal skal viðurkenna, at Jaspur Anthoniussen hevur óavmarkaðan rætt at brúka trøðina á matr.nr. 391a, Morskranes, til seyðabit frá 14. mai til sláttur 1. september, og at Jaspur Anthoniussen skal viðurkenna, at hann ikki hevur rætt at brúk trøðna á matr. nr. 391a, Morskranes til seyðabit frá sláttur 1. september til 25. oktober«.