Stríðið ímillum Havnar Bjargingarfelag øðrumegin og Tórshavnar Býráð og nýstovnaða bátafelagið hinumegin endaði í sátt og semju nú um vikuskiftið.
Og tað endaði sum tað skuldi: Bjargingarfelagið verður ikki rikið á dyr, men Bátafelagið sleppur eisini inn.
Hetta hendir eftir at vit einaferð enn hava vissað Bjargingarfelagið um, at tað verður ikki rikið tað á dyr, tí tað hevur ongantíð verið ætlanin, sigur Leivur Hansen, býráðsformaður í Havn.
Í eini 20 ár hevur Havnar Bjargingarfelag havt felagshøli í gamla goymsluhúsinum hjá Meiaríðnum í Vágsbotni.
Men nú ætlaði býráðið, at nýstovnaða Bátafelagið í Havn eisini skuldi hava innivist í húsinum.
Hetta fall Bjargingarfelagnum fyri bróstið.
Guttorm Eysturoy, formaður í Bjargingarfelagnum sigur, at hann tók hetta sum at Bjargingarfelagið varð blakað á dyr.
Hann sigur, at Býráðið og Bátafelagið vildi, at Bátafelagið skuldi yvirtaka hølini í erva og at Bjargingarfelagið hereftir skuldi flyta í kjallaran.
Hetta tók Guttorm Eysturoy sum at bjargingarfelagið varð tveitt á dyr, tí kjallarin var ikki egnaður til felagshøli.
Og hann helt at tað var nógv fyri, at Býráðsformaðurin í Havn, og fyrst valdi limurin í Føroya Løgtingi, skuldi gera trygdina hjá havnarborgarum verri við at tveita Bjargingarfelagið á gøtuna.
Hann sipaði til, at Bjørn á Heygum er ein av oddamonnunum í Bátafelagnum.
Kom vend í
Men eftir at Sosialurin tók málið upp í síðstu viku, eru so nógvar misskiljingar ruddaðar av vegnum, at Bjørn á Heygum og Guttorm Eysturoy hálsfevndust um vikuskiftið og blivu rørandi samdur um at samstarva um húsini.
Og síðani er tað hent, at báði Bátafelagið, Bjargingarfelagið og Býráðið hava skrivað undir ein brúkssáttmála um húsið niðri í Vágsbotni, sum sostatt kemur at húsa báðum feløgunum hereftir.
Býráðið hevur langt síðani skrivað undir. Fríggjadagin skrivaði Bátafelagið undir og týsdagin skrivaði Bjargingarfelagið undir.
Somuleiðis hevur Býráðið latið 50.000 í stuðuli til at gera húsið í stand fyri.
Býráðsformaðurin í Havn sigur, at semjan ímillum bæði feløgini er komin í lag eftir at Bjargingarfelagið hevur ásannað, at tað hevði misskilt støðuna eitt sindur.
Hóast vit hildu okkum hava greitt væl frá málinum helt Bjargingarfelagið, at ætlanin var, at tað skuldi flyta í kjallaran.
Men tað var ongantíð ætlanin.
Ætlanin var einans, at útgerð og amboð hjá Bjargingarfelagnum vórðu løgd í kjallaran.
Útgerðin liggur eins væl í kjallaranum, sum uppi á.
Samstundis er ætlanin at flyta oljufýrið niðurundir og at gera wc og brúsu til gestasiglarar, har oljufýrið nú er.
Ætlanin var so, at Bjargingarfelagið og Bátafelagið skulu bæði hava ovaru hæddina til felagshøli.
Feløgini hava ikki so nógv felagsarbeiðið, at tey ikki kunnu hava somu felagshøli, hava Býráðið og Bátafelagið hildið
Og tað hevur Bjargingarfelagið onki ímóti.
Og tað førdi so við sær, at bæði feløgini hava nú undirskrivað brúkssáttmála um húsið.
Og ósemjan teirra millum er sostatt endað í sátt og semju - tíbetur, sigur Leivur Hansen.