Ósemja um tilfeingisgjald

Fer tað almenna at krevja hálva aðru krónu í tilfeingisgjaldi fyri hvørt kilo av makreli, kann tað ræða smá og nýggj útgerðarfeløg burtur.

Tað heldur andstøðan í grønlendska Landstinginum, sum hevur viðgjørt eitt uppskot frá landsstýrinum um tilfeingisgjald á makrel.

 

-Fara vit at krevja 1,50 krónu í tilfeingisgjaldi, verða tað bara tvey reiðarí, sum sleppa framat, sjálvt um tað eru 32 reiðarí, sum hava søkt um kvotu, sigur Ane Hansen við kringvarpið í Nuuk.

 

Men landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Finn Karlsen, er ikki so stúrin. Hann sigur við KNR, at tey 32, sum hava søkt um kvotu, eru rættiliga ymisk. Í nøkrum førum er talan um nýbyrjarar, í øðrum førum um royndar kreftir og í triðja lagi privat skip, sigur hann við KNR.

 

Uppskotið hjá landsstýrinum um tilfeingisgjaldið er nú í fíggjar- og skattanevndini hjá Landstinginum.