Felagsskapurin fyri trygd og samstarvi í Evropa, OSCE, hóttir nú við at boykotta forsetavalið, sum verður í Russlandi um ein góðan mánað. OSCE ætlar sær at senda eygleiðarar til Russlands at halda eyga við valinum, og felagsskapurin hevur biðið russisku myndugleikarnar um loyvi at senda sínar eygleiðarar til Russlands í góðari tíð. Men russisku myndugleikarnir hava svarað, at eygleiðararnir kunnu koma til landið fýra dagar undan valinum. Men OSCE sigur, at eygleiðararnir mugu sleppa til Russlands í næstu viku. Annars verður valið kanska boykottað.










