Oscartilnevningar 2010: Besti filmur 1/2

 

 

7. mars 2010 verða Oscar-virðislønirnar handaðar, og allar tilnevndingarnar eru kunngjørdar. 10 filmar eru tilnevndir til >>Besti Filmur<< - tvær ferðir so nógvir sum í fjør. Hesir tíggju eru:

 

 

Avatar

Leikstjóri: James Cameron

Kostnaður: 2 milliardir (og vaksandi) $

Imdb stig: 8,6

 

James Cameron megnaði at gera dýrasta filmin nakrantíð í filmssøguni. Filmurin kostaði yvir tvær milliardir dollarar. Avatar hevur umframt Oscartilnevningina vunnið tvær Golden Globes og var tilnevndur til besta filmin eisini.

 

 

The Hurt Locker

Leikstjóri: Kathryn Bigelow

Kostnaður: 15 millioner $

Imdb stig: 8,0

 

Kathryin Bigelow, ið hevur verið gift við James Cameron, hevur áður leikstjórna filmar sum >>The Widowmaker<< og >>Point Break<<. Filmurin The Hurt Locker er ímillum teir filmarnar, ið hevur fingu bestu ummælini. Til Directors Guild of America Award fekk filmurin heiðurin sum besti filmur.

 

 

Inglorious Basterds

Leikstjóri: Quentin Tarantino

Kostnaður: 320 millioner $

Imdb stig: 8,4

 

Inglorious Basterds verður mettur at vera meistaraverkið hjá Quentin Tarantino. Filmurin hevur ongan heiður vunnið enn, hóast hann hevur verið tilnevndur til bæði Golden Globes, við Cannes og BAFTA.

 

 

Up in the Air

Leikstjóri: Jason Reitman

Kostnaður: 98 millioner $

Imdb stig: 8,0

 

Jason Reitman hevur áður verið tilnevndur við filminum, Juno, í 2007. Nú er filmur hansara, Up in the Air, tilnevndur. Eingin væntar, at filmurin fer at vinna, men høvuðsleikluturin, ið verður spældur av George Clooney, he