Oscars verða vístar í Havn

Man Leo fáa sín gylta Oscar í ár? Mynd: oscar.go.com

Man Leonardo DiCaprio endiliga fáa eina Oscar? Tað kanst tú finna útav, tá filmsfjepparar bjóða til Oscar-kvøld í Havn.

 

Sum vanligt er í februar, eru útlendskir miðlar fullir í søgum úr Hollywood í hesum døgum. Komandi sunnukvøld verða nevniliga tær gyltu og mætismiklu Oscar standimyndirnar handaðar heimsins fremstu filmsfólkum. Hetta verður 88’inda Oscar handanin og hon verður sum vant send beinleiðis úr Hollywood.

 

 

Og eisini í Føroyum kanst tú fylgja við beinleiðis, um tú ert forvitin at vita, hvørs hendur tann lítli, gylti maðurin endar í. Kringvarpið samsendir nevniliga frá myrkurs til morgun. Sendingin byrjar sunnukvøld klokkan 22:15 og endar mánamorgun klokkan 05:05. Eisini skipa filmsfjepparar fyri Oscar-nátt í Havn. Showið verður víst á stórskíggja í Reinsarínum, har øll eru vælkomin.  

 

 

Í ár er tað filmurin The Revenant við Leonardo DiCaprio í høvuðsleiklutinum sum er í uppskoti til flest virðislønir. Hann er tilnevndur heili 12 ferðir. Leonardo DiCaprio hevur ongantíð áður vunnið ein Oscar. Úr okkara leiðum eru tveir filmar tilnevndir. Tað eru tær donsku framleiðslurnar Krigen og The Look of Silence sum eru í uppskoti til besta útlendska verk.

 

 

#OscarSoWhite

 

 

Í nógv ár hava miðlar og mótaserfrøðingar havt stóran áhuga fyri, hvat gongur fyri seg á reyða leyparanum í Hollywood: Hvørjum klæðum eru stjørnurnar í? Hvør fylgist við hvørjum? Sigur nakar, nakað ókontoversielt?

 

 

Men nú er eisini húðarlitur og etniskur uppruni eitt evni, sum er í brennideplinum uppundir Oscar handanirnar. Í tvey ár á rað er nevniliga eingin svartur tilnevndur í teimum størstu kategoriunum. Serliga er tað á sosialu miðlunum, at fólk gera vart við sína ónøgd um tað, tey kalla ójavnt og órættvíst býti.

 

 

#OscarSoWhite er millum tey mest nýttu hashtaggini hesar dagarnar og man kann kanska fara so langt sum at siga, at hetta er blivið eitt rák. Fleiri svartir sjónleikarar og filmsáhugaði annars hava sagt, at tey boykotta showið so leingi, at svørt filmsfólk ikki eru umboðaði í tilnevningunum.

 

 

Oscar handanin sum byrjar sunnukvøldið verður stýrt av afroamerikanska sjónleikaranum, Chris Rock, sum verður vertur í ar. Um hetta er fyri at gera ringt betur, skulu vit ikki spáa um, men tað verður avgjørt lagt upp til eitt kvøld við góðum hýri og speiskum viðmerkingum frá vertinum.

 

 

Í Føroyum kanst tú sum sagt síggja Oscar handanina beinleiðis í Kringvarpinum ella í Reinsaríinum í Havn, tá Tórshavnar Kommuna, Felagið Føroysk Filmsfólk og Filmsfjepparafelagið Hyggasíggj bjóða til Oscar nátt frá klokkan 22:00-05:00.

 

 

- Hetta er eitt lítið, óprentiøst tiltak har Oscar fjepparar kunnu savnast, fjeppast, geispa og heppa saman til Oscar hugna, skriva fyriskiparirnir á facebook og leggja afturat, at tey bjóða kaffi til gestirnar sum leggja leiðina framvið.

  

Greinin er skrivað útfrá tíðindaskrivi á facebook og upplýsingum á fleiri útlendskum miðlum: huffingtonpost.com, politiken.dk, vanityfair.com, oscar.go.com

 

FAKTA: HESI ERU TILNEVND Í STØRSTU KATEGORIUNUM:

 

Besti filmur

 

‘The Big Short’

 

‘Spionernes Bro’

 

‘Brooklyn’

 

‘Mad Max: Fury Road’

 

‘The Martian’

 

‘The Revenant’

 

‘Room’

 

‘Spotlight’

 

Besta leikstjórn

 

Adam McKay, 'The Big Short'

 

George Miller, 'Mad Max: Fury Road'

 

Alejandro G. Iñárritu, 'The Revenant'

 

Lenny Abrahamson, 'Room'

 

Tom McCarthy, 'Spotlight'

 

Besti kvinnuligi høvuðsleiklutur

 

Cate Blanchett, 'Carol'

 

Brie Larson, 'Room'

 

Jennifer Lawrence, 'Joy'

 

Charlotte Rampling, '45 Years'

 

Saoirse Ronan, 'Brooklyn'

 

Besti mannligi høvuðsleiklutur

 

Bryan Cranston, 'Trumbo'

 

Matt Damon, 'The Martian'

 

Leonardo DiCaprio, 'The Revenant'

 

Michael Fassbender, 'Steve Jobs'

 

Eddie Redmayne, 'The Danish Girl'

Man Leo fáa sín gylta Oscar í ár? Mynd: oscar.go.com

Man Leo fáa sín gylta Oscar í ár? Mynd: oscar.go.com

Man Leo fáa sín gylta Oscar í ár? Mynd: oscar.go.com

Man Leo fáa sín gylta Oscar í ár? Mynd: oscar.go.com

Man Leo fáa sín gylta Oscar í ár? Mynd: oscar.go.com