Oscars mistak: Alt internetið er á gosi

VIDEO: Sí mistakið her.

Árliga Oscar handanin var í nátt, og sum mongum kunnugt, so var eitt stórt mistak framt, tá kungjørt varð, at filmurin La La Land vann heiðurin, sum besti filmur. Hetta varð rættað eftir at liðið handan filmin var komið á pallin at taka ímóti virðislønini.

 

Rætti vinnarin av heiðrinum besti filmur var filmurin Moonlight. Áskoðararnir tyktust ikki trúgva tí, tá mistakið varð rættað, tí fólk hoyrdust flenna í salinum, og rúm tíð gekk áðrenn lógvabresturnir fyri Moonlight vóru at hoyra.

 

Nógv er at lesa á netinum um stóra Oscar mistakið, og serliga vóru fólk uppi at koyra á Twitter í nátt.

 

Fleiri gera viðmerkingar til mistakið, og siga at tey vildu ynskt, at sama mistak varð gjørt tá forsetavalið var í november, veit www.time.com at skriva í dag