Oscar vinnari gav miðlunum fingurin

Tað var ein heldur óvæntað heilsan, sum Jennifer Lawrence gav miðlunum, eftir at hon hevði vunnið ein Oscar. Hon gav myndamonnunum miðfingurin.

 

Frammanfyri fleiri upptøkutólum, myndatólum og árvaknum miðlafólkum valdi 22 ára gamla Jennifer Lawrence at vísa fingurin, eftir at hon fekk ein Oscar í nátt.

Jennifer Lawrence datt í sínum stóra kjóla ávegis uppá á pallin eftir sínari Oscar heiðursløn, og hetta viðmerkti ein journalistur.

Sambært myndamanni hjá Reuters var hetta orsøkin til, at hon valdi at vísa fingurin.

 

Jennifer Lawrence fekk heiðurslønina fyri "Besta Kvinnuliga Høvuðsleiklut", fyri sín leiklut í filminum "Silver Linings Playbook", tá ið Oscars heiðurslønirnar vóru latnar í Dolby Teatrinum í nátt.