Tá Oscar-handanirnar fara av bakkastokki 24. februar í Dolby sjónleikarhúsinum í Los Angeles, verða tær eitt sindur øðrvísi enn undanfarin ár. Tí fyri fyrstu ferð síðan 1989 verða heiðurslønirnar deildar út uttan nakran vert, ið leiðir kvøldið. Tað skrivar Ritzau tíðindastovan.
Upprunaliga skuldi sjónleikarin Kevin Hart standa á odda fyri kvøldinum, men aftaná at ymiskar gamlar dagføringar á sosiala miðlinum Twitter komu undan kavi, ið blivu mettar at vera homofobiskar, valdi hann at takka nei til møguleikan.
Karey Burke, stjóri í ABC Entertainment, ið framleiðir Oscar-handanirnar, upplýsir at avgerðin um at halda fram uttan ein vert bleiv tikin rættiliga skjótt eftir, at tað gjørdist greitt, at Kevin Hart bart seg undan.
Í staðin fyri ein vert hevur felagið heitt á ymisk kend fólk um at kunngera hvørjar virðislønir verða latnar, upplýsir stjórin í ABC Entertainment.