Oscar handanir í kvøld

Heilt stóru filmsheiðurslønirnar verða handaðar í kvøld, tá ið Oscar standmyndirnar verða latnar.

Oscar heiðurslønirnar vórðu fyrstu ferð handaðar í 1929, og næstan 3.000 standmyndir eru latnar fólki fyri teirra filmslistarligu avrik, nú farið verið undir at lata tær fyri 87. ferð. Síðani Oscarvirðislønirnar vórðu latnar fyrstu ferð, er tiltakið vaksið nógv í vavi - úr sløkum 270 fólkum, sum vóru við til fyrsta haldið og nú fylgja fólk í milliónatalið við, tá ið bestu filmsavrikini verða heiðrað.

Í týdningarmesta bólkinum, ársins filmur, vænta flestu ummælararnir at dysturin kemur at standa millum ‘Birdman’, ið hevur flestu tilnevningarnar við níggju, og 12ára verkætlanina hjá Richard Linklater, ‘Boyhood’. Umframt hesar báðar eru tað American Sniper, The Imitation Game, The Grand Budapest Hotel, Selma, The Theory of Everything og Whiplash, sum hava møguleika at gerast ársins filmar.

Kringvarpið byrjar at senda frá Oscar handanini longu klokkan 21.55 og sjál handanin byrjar í nátt klokkan 01.30.

Sí fullfíggjaða listan yvir tey tilnevndu í ymsu bólkunum her