Filmurin “Her”, sum Spike Jonze hevur verið høvuðsmaður at gera, er komin í andglettin, eftir at tveir rithøvundar hava lagt Spike Jonze undir at hava stolið við hond og fót til filmin.
Sachin Gadh og Jonathan Sender siga, at leikstjórin hevur tikið teirra hugskot til filmin, og teir hava saksøkt Jonze fyri at hava plagierað teir.
Teir báðir rithøvundar siga, at hugskotið til “Her” kemur frá skemtifilminum “Belv”, sum teir skrivaðu í 2011 og lótu Creative Artists Agency, sum Spike Jonze hevur tilknýti til.
Sambært rithøvndunum fingu teir at vita, at filmsfelagið ikki tók ímóti filmshandritum, sum tey ikki høvdu biðið um. Men hóast hetta halda teir báðir rithøvundarnir, at Spike Jonze hevur fingið fatur á teirra handriti.
Filmurin “Her” verður frumsýndur her á okkara leiðum síðst í februar mánaði.