Osbjørn skal tekna býráðshúsið hjá Eysturkommunu

Eysturkommuna hevur skrivað undir sáttmála við Osbjørn Jacobsen Arkitektar Sp/f. um byggingina av nýggja býráðshúsinum, sum býráðið hevur samtykt at byggja.

Eftir sáttmálanum skal felagið tekna, projektera og hava eftirlit við byggingini fyri kommununa.

 

Nýggja býráðshúsið, sum skal byggjast á Oyruni í Norðragøtu, verður 590 fermetrar stórt, og kostnaðurin er mettur til 12 milliónir krónur, skrivar kommunan á heimasíðu síni.


Osbjørn Jacobsen, sum er gøtumaður, er kendur fyri vegna Henning Larsen Architects at hava staðið fyri byggingini av stásiligu Hørpuni í Reykjavík, sum telist millum 15 teir vakrastu konsertbygningarnar í heiminum. Hann hevur starvast fyri Henning Larsen Architects, ið hava teknistovur kring heimin, síðan 2000.


Á heimasíðuni hjá Henning Larsen Architects sæst, at umframt í Keypmannahavn, Oslo, Istanbul og Hong Kong hevur fyritøkan eina deild í Føroyum. Tað er tann nýggja teknistovan, sum Osbjørn Jacobsen lat upp í heyst í Valhøll í Syðrugøtu, ið hevur tætt samstarv við Henning Larsen Architects.



Fýra fólk arbeiða á teknistovuni í Syðrugøtu, og tey eru longu farin undir at fyrireika nýggja býráðshúsið hjá Eysturkommunu.