Ósamdir um hvør hevði ábyrgdina

- Bilførararnir vóru ikki á einum máli um, hvat tað var, sum hendi, og hvør hevði ábyrgdina, sigur løgreglan.

Seinnapartin í gjár var eitt lítið ferðsluóhapp í Havn.

 

- Talan var um tveir bilar, sum stóðu parkeraðir við siðuna av hvørjum øðrum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun.

 

Lagt verður aftrat, at bilførararnir vóru ikki á einum máli um, hvat tað var, sum hendi, og hvør hevði ábyrgdina, tá onkrar skeinur komu á bilarnar.

 

- Bilførararnir líka sum góvu hvørjum øðrum skyldina, men at síggja tyktist hetta at vera eitt hendiligt óhapp, sigur vaktleiðarin.