Menn frá Sløkkiliðnum í Reykjavík fara í dag at kanna umstøðurnar til stóreldin nærri.
Tað var hepni sum gjørdi, at eldurin, sum kyknaði um 20 tíðina sunnukvøldið ikki gjørdist nógv størri og tók fleiri hús við sær.
Av tí at tað var blikastilli og roykurin fór beint upp í loft bar til hjá væl mannaða sløkkiliðnum at halda eldinumm burtur frá umliggjandi húsunum.
Hildið verður, at tað var skammlop í elinstallatiónini, sum førdi til eldin, men tað eru sum nevnt enn bert gitingar.
Eldurin byrjaði í Skeifunni 11, og roykurin sást langa leið uttan fyri Reykjavík. Heilir 200 sløkkiliðsmenn vóru við í sløkkiarbeiðinum, 25-30 politistar og 210 mans frá Bjargingarfelagnum.
Sløkkiliðið hevði 12 bilar á staðnum, umframt sjey pumpubilar, eins og Bjargingarfelagið hevði 25 akfør av ymsum slag við í arbeiðinum.
Sagt verður eisini, at hevði eldurin kyknað 12 tímar framman undan, hevði avleiðingin verið nógv meira umfatandi, tí tá var nógvur vindur í Reykjavík.