Orsøkin er ikki vánalig stýring

Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum, er hørm um metingina hjá Anfinni Kalsberg um Akstovuna. Í grein í Norðlýsinum, sum eisini varð endurgivin á Portalinum staðfestir hann at fíggjarstýringin á Akstovuni hevur verið so vánalig, at fíggjarnevndin vildi ikki lata Akstovuni eykajáttan.

- Henda útsøgn gevur fólki eina fatan av at Akstovan ikki hevur fíggjarligt tamarhald á støðuni, sigur Annika Olsen.

Men hetta er als ikki veruleikin, leggur hon afturat.

Hon sigur, at orsøkin til at hon bað um eykajáttan til Akstovuna, er fyrst og fremst, at inntøkurnar hava svikið. Men í øðrum lagi hevur Akstovan eisini havt óvæntaðar útreiðslur.

Hinvegin staðfetir Annika Olsen, at Akstovan er væl rikin og hevur eina sera neyva fíggjarstýring.

- Stovnurin hevur gjørt stórar sparingar fyri at halda játtanina í ár og hevur eitt nú spart 17% av útreiðslunum í 2009.

- Tey 13 árini Jákup Jacobsen hevur verið stjóri á Akstovuni hevur stovnurin bert havt meirnýtslu av týdningi tað eina árið, men tað var væl grundað, leggur hon afturat.