Orsøk at iðrast

Føroyskur fótbóltur skal stórfrøast um øll altjóða stig. Alt annað er óhoyrt. Men tað var ikki júst kenslan, sum tey flestu sótu við í Gundadali seinnapartin leygardagin

FÓTBÓLTUR

 

U21-landsliðið hevur verið ein sólskinssøga frá fyrsta degi. Liðið hevur seinastu tvey árini víst vegin í altjóða fótbólti og tryggjað føroyskum fótbólti fleiri stig. Leygardagin varð aftur prógvað, at føroyingar tíma at stuðla liðnum. Og við 550 áskoðarum í rygginum stríddu ungu føroyingarnir seg til ein javnleik móti Moldova leygardagin. Hóast tað er fantastiskt hvørjaferð, at Føroyar vinna stig, var tað ikki reiðuliga kenslan.

U21-landsliðið hevði møguleikan, summi mettu uppiborið, at vinna øll stigini í Gundadali. Tí gestirnir fingu ein mann útvístan seinastu løtuna, og føroyingar høvdu verið við yvirlutan í løtum av dystinum, men eydnaðist tað ikki at gagnnýta støðuna.

 

Raktu tvørtræið

Men tað er lætt at iðrast eftir dystin. Tí fólk høvdu sanniliga funnist at, um venjararnir góvu leikarunum leysar teymar, og Moldova hinvegin hevði fingið sigursmálið. Tí var tað eisini ein skila avgerð at binda um heilan fingur.

Ikki tí. Føroyar vóru sigrinum nær. Tá fimm minuttir restaðu í av fyrra hálvleiki var 18 ára gamli Róaldur Jacobsen óansaður. Staddur fimm metrar frá brotssteigarmarkinum smekkaði hann til, men málverjin fekk fingrarnar á. Bólturin brast í tvørtræið og aftur í spæl.

Moldova kom væl frá byrjan í hesi undankappingini. Liðið vann í fyrsta umfarinum við 1-0 á Letlandi. Men í føroyska høvuðsstaðnum um vikuskiftið vóru teir ikki serliga sannførandi. Júst sum á føroyskum liðnum, so hevði eingin dirvið at bjóða av og leypa hvøkk á mótstøðuliðið. Úrslitið var, at ferðin á bóltinum gjøgnumgangandi var lág, og nærdystirnir fleiri.

 

Málini

Moldova legði seg á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Heri Nesá, sum var vongverji í vinstru, varð yvirspældur, og tá innleggið kom frá baklinjuni, var lætt hjá Eugen Sidorenco at stýra bóltinum í málið. Føroysku miðverjuleikararnir vóru kanska ov lítið avgjørdir, tá avleveringin til Sidorenco var einasti møguleikin.

Men Kristoffur Jakobsen javnaði tólv minuttir seinni. Gjøgnumspælið var sum eftir bókini, tá Christian Mouritsen spældi klaksvíkingin leysan móti málverjanum. Hann var tryggur og sendi í handara síðunet.

 

Finnur á vonginum

Finnur Justinussen var hesa ferð í byrjunaruppstillingini. Hann røkti uppgávuna sum vongur í høgru, og hann stóð seg eftir umstøðunum væl. Men tað var harmiligt, at toppskjúttin í Vodafonedeildini ikki slapp at royna seg sum framherji. Har var Páll Klettskarð valdur framum.

Tað var serliga í báðum borðunum, at føroyingar høvdu ov lítið at bjóða í stórum løtum. Rógvi Poulsen og Finnur Justinussen vóru sjáldan vandamiklir, og tá teir loksins sluppu til innlegg, hevði málverjin ikki stórvegis trupulleikar í brotsteiginum.

Finnur Justinussen var tó nær við at leggja Føroyar á odda, tá seinni hálvleikur var hálvrunnin. Kristoffur Jakobsen ruddaði bóltin burtur av vandaleið, tá framherjin úr Víkingi og Anatol Chirinciuc, málverjin hjá Moldova, brádliga kapprunnu um leðurkúlina. Justinussen var fyrstur á, men við høvdinum stýrdi hann bóltinum upp um málið.

Seinastu løtuna av dystinum royndu føroyingarnir at trýsta, men við fyrivarni. Alexandru Grosu sá tvær ferðir gult frá dómaranum, og vit einum manni meira seinastu 10 minuttirnar fekk heimaliðið betri pláss at spæla á.

 

Flott!

Ákærurnar vóru fleiri, tá Fótbóltssambandið fyri tveimum árum síðan valdi at seta Heðin Askham og Bill M. Jacobsen í venjarasessirnar hjá U21-landsliðnum, sum fyri fyrstu ferð skuldi royna seg í undankapping. Tað varð millum annað sagt, at FSF ongantíð vildi royna nýtt fólk, og summi funnist at, at útlendingur ikki slapp fram at róðrinum. Men atfinningarnar eru svaraðar dyggiliga.

Heðin Askham og Bill M. Jacobsen hava seinastu tvey árini prógvað, at føroyingar sanniliga eisini eru egnaðir sum landsliðsvenjarar. Úr føroyskum sjónarhorni hava úrslitini verið framúr. Í farnu undankapping og higartil í hesi undankappingini.

Tað er ikki altíð lætt at standa á odda fyri U21-liðnum. Hóast tað er ætlanin og gleðiligt, er liðið nógv tengt av A-landsliðnum. Hesaferð høvdu Levi Hanssen og Jóan Símun Edmundsson fingið boð frá Brian Kerr, landsliðsvenjara, og vóru ikki tøkir. Teir høvdu heilst víst munað.

Rós til Heðin Askham og Bill M. Jacobsen fyri flott arbeiði!