Orrustan í Kringvarpinum: Liljan hevur kært til Mentamálaráðið

- Eg kæri, tí talan er reelt um eina uppsøgn enn einaferð, skrivar Sigmund Poulsen, sakførari.

Orrustan í Kringvarpinum blívur við at útvikla seg. Tað var í síðstu viku, at in.fo skrivaði, at Liljan Weihe hevði fingið triðja ætlanarskrivið - hesaferð um eitt ráðgevandi starv, tó við somu løn sum deildarleiðarastarvið, hon hevði áðrenn. Hetta triðja ætlanarskrivið kom í kjalarvørrinum av ætlanarskrivi við einum ráðgevandi starvi við munandi minni løn, sum Johnny í Grótinum tó síðani broytti so, at Liljan Weihe í nýggja starvinum skuldi varðveita gomlu lønina. 

 

Les meira um tað her: Liljan fingið triðja ætlanarskrivið 

 

 

Men hetta triðja ætlanarskrivið hevur elvt til, at Liljan Weihe og sakførari hennara Sigmund Poulsen, hava kært støðuna til Mentamálaráðið enn einaferð. Hetta hendir í kjalavørrinum av, at Johnny í Grótinum í farnu viku hevur boðað frá, at hann tvíheldur um ætlanirnar at flyta Liljan Weihe í eitt nýupprættað starv við serstakliga ráðgevandi uppgávum, og at hann ynskir Liljuna Weihe til arbeiðis í dag í nýggja starvinum. 

 

 

- Eg kæri hesa avgerð hansara sum verandi óheimilaða sum starvsrættarliga ólógliga og fyrisitingarliga ósakliga. Sum stuðul undir kæruni vísi eg til tað, sum eg havi ført fram í hoyringssvarunum, – samanumtikið at talan er reelt um eina uppsøgn, sum gongur beint ímóti avgerð Mentamálaráðsins 20. apríl 2018, sum ógildaði uppsøgn av Liljuni Weihe og legði herðslu á, at hon framvegis er tíðindaleiðari í Kringvarpi Føroya, skrivar Sigmund Poulsen, sakførari í kæruni til Mentamálaráðið. 

 

 

 

Víðari skrivar hann, at sum tað framgongur av avgerð Kringvarpsins, skal Liljan Weihe møta til fund og til arbeiðis mánadagin í ”nýggja” starvinum, men hetta fer hon ikki at gera.

 

 

- Eg skal biðja Mentamálaráðið um straks at taka avgerð um at hendan kæra fær uppsetandi virkna, so kringvarpssstjórin ikki kann seta nøkur agatiltøk í verk móti Liljuni Weihe, fyrr enn kæran er viðgjørd og heldur ikki kann seta nýggjan tíðindaleiðara, sigur Sigmund Poulsen. 

 

 

 

 

Kringvarpið fingið kæruna til hoyringar

Miðlahúsið hevur í dag fingið innlit í kæruna, sum Sigmund Poulsen hevur sent til Mentamálaráðið. Samstundis sigur Mentamálaráðið í teldubrævið til Miðlahúsið, at tey í dag hava sent kæruna til Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóra, til ummælis. Kringvarpið hevur fingið 14 dagar at gera sínar viðmerkingar. 

 

Sostatt má staðfestast, at stríðið millum Johnny í Grótinum og Liljuna Weihe heldur fram.