Flestu okkara kenna helst søguna hjá Mads Andreas Winther, »Orrustan í Kladursskoti« – um treisku menninir á bygdini »Klandurskot«, sum ikki vildi hava skúla og ikki vildu av við Brockmann og Kingo í kirkjuni – og sum hildu seg burtur frá kirkjuni, tá prestur fekk hálað urguna inn í kirkjuna – og harvið rak gamla kingosálmin á dyr.
Øðrvísi eru trupulleikarnir á Tvøroyri. Men tað er ikki sørt, at júst søguheitið hjá M. A. Winther lýsir væl støðuna hjá Javnaðarflokkinum á Tvøroyri. Har hava tey klandrast í ein heilan mansaldur.
Tað verður sagt, at vøggan hjá Javnaðarflokkinum stóð á Tvøroyri. Tað er helst nakað nógv um tað, og undirtøkan hjá flokkinum hevur verið góð har – ofta. Síðani javnaðarfólk fyri 34 árum síðani fóru í opið stríð hvør ímóti øðrum, so hava verið tveir javnaðarflokkar fleiri ferðir – og tilsaman hevur tað givið góð úrslit. So góð, at báðir »javnaðarflokkarnir« á seinasta býráðsvali fingu 6 av sjey býráðslimum. Men tá valdið verður brúkt til at køva hvønn annan, so er lítið gagn í undirtøkuni. Javnaðaflokkarnir báðir fingu 3 umboð í part – og ein uttanflokkalisti – umboðaður av øllum hinum flokkunum, fekk eina og avgerðandi umboðið, sum kundi velja borgarstjóra úr øðrum av javnaðarflokkunum. Hon valdi Kristin.
Men tað hevur víst seg í hesum skeið og í seinasta valskeiði, at fólk rýma úr flokkinum undan orrustunum. Í øllum førum konufólkini. Eftir næstsíðsta val var tað Malla Dam, sum rýmdi undan Kristini. Hon gjørdi ikki tað stóra burturúr – fór bara stillisliga og legði býráðssessin frá sær.
Hesaferð var tað Kristina Roest, sum ikki orkaði meira. Hon fór úr bólkinum hjá Kristini Michelsen og í valbólk við hinum javnaðarflokkinum, og nú verður tað so mikukvøldið, at slagið skal standa um nevndarvalini – at »Kingo og urgan fáa durafjóringin í Klandursskoti«.
Men í Klandursskoti vann urgan, og Hanus á Fløtti og hinir kendu seg útihýstar úr kirkjuni.
Hvussu leikur fer á Tvøroyri er so eitt. Meira áhugaverdi spurningurin er, hvussu hart Aksel løgmaður skal »revsast«, um urgan eisini vinnur á Tvøroyri.
»Orrustan í Klandursskoti« hjá Mads Andreas Winther kann annars lesast VIÐ AT TRÝSTA HER